Sjálvgreiðslan
Skriva út
Kirkjuliga Heimamissiónin
Lagt út: 09.09.19
Umsóknarfreist: 25.09.19

Vilt tú vera við til at halda og menna eitt livandi leguhús?

Leguhúsið í Nesvík er eitt virkið hús, sum verður nýtt til alskyns tiltøk alt árið. Søkt verður tí eftir
húsavørði at standa á odda fyri viðlíkahaldi og ábótum. Tú sleppur at nýta tínar handverkligu førleikar
– til gleði fyri túsundtals børn, ung og vaksin.

Útbúgving og førleikar
• tú hevur útbúgving sum handverkari ella líknandi

Persónligir eginleikar
• tú ert virkisfús/ur og ágrýtin
• tú dugir at síggja, hvat tørvar eina bøtandi hond
• tú hevur dirvi til at taka avgerðir
• tú ert skipað/ur og dugir at raðfesta
• tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
• tú ert jalig/ur og hevur góð samstarvsevni
• tú tekur undir við tí, sum Heimamissiónin stendur fyri (sí samleikaskjalið)

Tú fært ábyrgd fyri
• viðlíkahaldi, ábótum, umvælingum og nýgerð í Leguhúsinum í Nesvík
• møguliga øðrum uppgávum, tillagað persónin
Tú vísir til aðalskrivaran.

Vit bjóða tær
• at vera partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi
• eitt spennandi og innihaldsríkt starv
• løn og setanartreytir eftir nærri avtalu

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Kirkjuliga Heimamissiónin
Att.: Andrias Magnussen, aðalskrivari
Nesvík 8
FO-437 Nesvík
ella
andrias@mission.fo

Umsóknarfreistin er 25. september 2019.
Starvið verður sett, tá rætti persónurin er funnin.

Meira at vita?
Set teg í samband við Andrias Magnussen á 230070 ella andrias@mission.fo

Leguhúsið í Nesvík varð tikið í nýtslu í 1993, og fyrr í ár var nýggja høllin liðug. Leguhúsið er partur av
virkseminum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum er ein sjálvstøðug vekingarrørsla í Fólkakirkjuni.
Virksemið fevnir um heimamissión, sjómansmissión og altjóðamissión. Arbeiðið byggir á Bíbliuna og
fólkakirkjunnar 5 evangelisk-luthersku játtanarrit. Endamálið er at vekja upp trúarlívið og menna
felagsskap teirra trúgvandi. Okkara visjón er at møta menniskjum, har tey eru.

Kirkjuliga Heimamissiónin
Tel. 470000
www.mission.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.