Sjálvgreiðslan
Skriva út
Umhvørvisstovan
Lagt út: 19.05.20
Umsóknarfreist: 05.06.20

Vilt tú vera við at byggja upp føroyska sjókortmyndugleikan?

Trý leys størv innan sjókortøkið
Vilt tú vera við at byggja upp føroyska sjókortmyndugleikan? Føroyar hava sum fiski- og sjóvinnusamfelag stóran tørv á álítandi upplýsingum um sjóøkið, havdýpið og havbotnin kring oyggjarnar. Trygd á sjónum er fremsta raðfesting, men vitanin stuðlar eisini vinnuligari menning á sjóøki okkara. Kortmyndugleikin á landi og sjógvi er føroyskt sermál og lagdur Umhvørvisstovuni at umsita. Sjókortøkið er nýtt, og Umhvørvisstovan sóknast tí eftir fólki at umsita økið.

Virkisøki og arbeiðsuppgávur
Skipað verður eitt toymi á kortdeildini, hvørs virkisøki verður at savna vitan um sjóøkið kring Føroyar, geva út sjókort og aðrar nautiskar útgávur, og alsamt boða frá broytingum. Alt eftir førleikum og royndum er ætlanin at seta trý fólk í starv.

Høvuðsarbeiðsøkini eru 
Umsiting av dýpdardátum korttekning og kortrættingar fyrisiting av fakøkinum. Roknast má við, at arbeiðsuppgávurnar fara at umskarast. Sjókort skulu sambært altjóða reglum bæði vera á pappíri og talgild (ENC1). Umsitingin av sjókortøkinum fevnir annars um innsavnan av dátum, ger, viðlíkahald og útgávur av kortum og aðrari nautiskari kunning, góðskutrygging, viðgera umsóknir um loyvi at gera sjóuppmátingar, fráboðan, vegleiðing v.m. Dentur verður lagdur á samskifti og samstarv við aðrar myndugleikar, havnir, loðstænastur, kaðaleigarar o.o. Partar av arbeiðsøkinum - m.a. sjóuppmátingin - verður framd í samstarvi við aðrar stovnar. Sjókortleggingin er sum fakøki fevnd av altjóða ásetingum og reglum frá m.a. IHO2. Umboðan í tekniskum arbeiðsbólkum og nevndum í norðurlendskum, arktiskum og altjóða høpi kann gerast partur av tínum arbeiði.

Førleikar
Vit leita eftir fólki við viðkomandi útbúgving og royndum. Útbúgvingarheitið er ikki avgerandi. Meiri umráðandi er, at tú hevur áhuga fyri omanfyri nevndu virkisøkjum. Vitan og royndir innan KT, GIS og dátugrunnar er avgjørt ein fyrimunur. Tað er umráðandi, at tú bæði dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, ert ágrýtin og framfýsin leitar eftir haldgóðum loysnum. Sum dømi um útbúgvingar kunnu nevnast hydrografur, kortteknari, kort- og landmátingartøkningur, skipsførari, geografur, landmátari, verkfrøðingur ella onnur viðkomandi útbúgving. Til fyrisitingarkenda starvið er útbúgvingarheitið heldur ikki avgerandi, men ynskiligt er, at tú hevur innlit og royndir í fyrisiting og millumlanda samstarvi umframt innlit ella áhuga fyri maritima økinum. Samstarvið úteftir krevur góðan kunnleika til enskt í skrift og talu.

Vit bjóða tær
Eitt spennandi starv á Umhvørvisstovuni við góðum møguleikum fyri førleikamenning. Førleikamenningin krevur, at tú serliga fyrstu árini ert uttanlands ávís tíðarskeið í skeiðs- og upplæringarørindum.

Lønar- og setanartreytir
Løn og setan verður sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er Umhvørvisstovan. Ynskiligt er, at tú kanst byrja í starvinum skjótast gjørligt. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Stein Fossá, deildarleiðara, á telefon 234350 ella steinf@us.fo.

Umsókn
Umsókn skal saman við avriti av útbúgvingarprógvum, CV og øðrum fylgiskjølum, verða Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 5. juni 2020. Umsóknir skulu sendast til us@us.fo. Viðmerk: Starv hjá sjókortmyndugleikanum.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.