Sjálvgreiðslan
SP/F Berg Motors
Lagt út: 10.07.19
Umsóknarfreist: 31.07.19

Verkstaðsleiðari til Berg Motors

Søkt verður eftir einum verkstaðsleiðara/verkførara til okkara plátuverkstað í Tórshavn, at byrja eftir summarferiuna.

Arbeiðsuppgávur
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
· Sýna skaðar
· Avgreiðsla og gott samstarv við okkara samstarvspartnarir
· Vanligt plátusmiðuarbeiði

Førleikakrøv
Vit vænta at umsøkjarin
· Er opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta
· Er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd
· Hevur teldukunnleika á brúkarastøði
· Hevur koyrikort til persónbil

Setanarviðurskifti
Talan er um fultíðarstarv, sum er ásett at verða umleið 40 tímar um vikuna.

Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.

Umsóknir
Umsókn skal sendast til co@bergmotors.fo, hevur tú spurningar um starvið ber til at ringja til Carsten Ottosen á tlf. 217255.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.