Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 13.07.21
Umsóknarfreist: 13.08.21

Verkafólk til asfalts- og kantsteinsliðið

Dámar tær at arbeiða við asfalti og kantsteinum? Ella er hetta nakað, tú kundi hugsað tær at roynt? So átti tú at umhugsað at sent eina umsókn inn til Rakstrarstøðina hjá Tórshavnar Kommunu, ið júst nú manglar fólk til asfalts- og kantsteinsliðið.

Arbeiðið fevnir um viðlíkahald og nýgerð av vegakervinum, har asfaltliðini fresa, lappa hol í vegnum og asfaltera nýggjar vegir og gongubreytir. Kantsteinsliðið fæst við at burturbeina gamlar kantsteinar og gera klárt til at leggja nýggjar. Hetta inniber avrætting og álegging av kantsteinum umframt at planera gongubreytirnar, soleiðis at tær eru klárar til asfaltering.

Freistin at søkja er 13. august 2021 kl. 16.

Les meira um starvið her: https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/verkafolk-til-asfalts-og-kantsteinslidid/

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna