Sjálvgreiðslan
Skriva út
Reyði Krossur Føroya
Lagt út: 12.07.21
Umsóknarfreist: 25.08.21

Verkætlanarstarv í Malavi - Forecastbased Action (FbA)

Reyði Krossur leitar nú eftir einum dugnaligum og væl skipaðum verkætlanarstarvsfólki, sum er til reiðar at verða útsend/ur í eitt ár til Malavi at arbeiða við humaniterari tilbúgving og nýggju tøknini Forecastbased Action (FbA).

Ein avleiðing av globalu veðurlagskreppuni er, at hon hevur elvt til ovurstórar náttúruvanlukkur kring allan heimin.

Umfatandi gransking gevur greiðar ábendingar um, at komandi árini verða náttúruvanlukkurnar alsamt verri, og humanitera neyðin kring heimin fer at økjast.

Altjóða Reyði Krossur hevur tí ment nýggju FbA skipanina, sum í stuttum er ein ávaringarskipan, sum við nýmótans tøkni kann spáa um, nær, hvar og hvussu náttúruvanlukkur fara at raka.

Hetta gevur betri grundarlag til at gera fyrireikingar, og skipa fyribyrgjandi hjálparátøk. Tað er ein sannroynd, at FbA skipanin hevur verið við til at bjarga mongum mannalívum, har ið hon hevur verið brúkt.

Les meira um krøv og treytir til starvið, og send okkum eina umsókn her:

https://drk.easycruit.com/intranet/international/vacancy/2744029/68791?iso=dk

Freistin at søkja er mikudagin 25. august kl. 11:00, og samrøður verða eftir ætlan hildnar síðst í august.
Um spurningar eru um starvið, ber til at ringja til Bárð Atlason Ísheim (tel. 78 88 70), dagligan leiðara í Reyða Krossi Føroya. Orsaka av summarferiu, ber einans til at ringja 23. og 24. august.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna