Sjálvgreiðslan
Skriva út
Runavíkar Kommuna
Lagt út: 13.11.20
Umsóknarfreist: 06.12.20

Vatnmeistari til Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna søkir eftir vatnmeistara. Í kommununi eru 15 bygdir, sum allar hava kommunala
vatnveiting. Í vatnveitingartoyminum eru 1 vatnmeistari og 2 vara-vatnmeistarar.

Arbeiðið fevnir um:
• Leiðsluuppgávur
• Rakstur og samskipan av vatnveitingunum
• Yvirvaking við stýrisskipan
• Viðlíkahald av vatnveitingunum
• Dagligt innaneftirlit
• Dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
• Skráseting í GIS
• Ráðgeving í sambandi við víðkan av vatnveitingarskipanini

Førleikakrøv:
• Maskinmeistaraútbúgving ella aðra líknandi útbúgving
• Koyrikort til persónsbil

Vit sóknast eftir vatnmeistara, sum:
• Er opin og fyrikomandi
• Hevur góð samstarvsevnir
• Er framsøkin og dugir at taka ábyrgd
• Eigur evnini bæði at virka í toymi og arbeiða sjálvstøðugt

Løn er sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og KAF. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til býarverkfrøðingin Maritu Hentze á telefon 23 70 70.

Umsókn, saman við CV, mynd, avriti av prógvi og møguligum viðmæli/um, skal vera kommununi í hendi í
seinasta lagi sunnudagin hin 6.desember 2020. Søk starvið umvegis leinkið: www.runavik.fo/Leys størv. Um
ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum.

Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan
galdandi. Runavíkar kommuna er triðstørsta kommuna í landinum, og búgva uml. 4.200 fólk í teimum 15
bygdunum, sum hoyra til kommununa.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna