Sjálvgreiðslan
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 28.06.19
Umsóknarfreist: 01.08.19

Vaktleiðari til Kommunalu Brennistøðina

Sóknast verður eftir vaktleiðara til Kommunalu Brennistøðina á Hjalla. Arbeiðið umfatar rakstur av brennistøð í døgnvaktarskipan umframt umvæling og røkt av útgerð, maskinum o.ø.

FØRLEIKAKRØV
Vit ynskja, at tú hevur góðan maskintekniskan førleika. Tú kann t.d. vera maskinmeistari / maskinistur, maskinsmiður, sveisari, elektrikari, bilsmiður ella líknandi, og / ella hava hóskandi viðkomandi royndir, t.d. at passa ketil- ella maskinannlegg. Tú hevur eisini koyrikort og teldukunnleika á brúkarastigi, og tú skal duga føroyskt ella danskt í skrift og talu.

Vit ynskja ein álítandi og ágrýtnan persón við góðum samstarvsevnum, sum eisini er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er fulltíðarstarv. Starvið verður sett hálvan August ella skjótast til ber. Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

MEIRA AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til John Erik Hansen, leiðara, johnerik@torshavn.fo, telefon 590979, ella Rúna Johannesen, Rakstrarleiðara, runij@torshavn.fo, telefon 288928.

UMSÓKNIR
Umsóknir við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast til Tórshavnar kommunu, sum teldupost torshavn@torshavn.fo, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. august 2019. Viðmerkið „Vaktleiðari til Kommunalu Brennistøðina“.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.