Sjálvgreiðslan
Skriva út
Klaksvíkar Kommuna
Lagt út: 15.07.21
Umsóknarfreist: 10.08.21

Umsjónarfólk til Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna søkir eftir umsjónarfólki til stadionøkið og spælipláss í kommununi. Talan er um eitt nýtt, fjølbroytt og spennandi starv.

Uppgávan er serliga at fremja viðlíkahald, røkt og annars hava umsjón við ognunum hjá Klaksvíkar kommunu á stadionøkinum (við Djúpumýru og á leikvøllinum við Másheygg), umframt teimum kommunalu sparkivallunum og spæliplássununum, sum eru partinum av kommununi, har landafast er. Umsjón við skoytubreytini er somuleiðis partur av virkisøkinum. Starvið hevur tilvísing til vinnu- og mentanarstjóran, meðan dagligu uppgávurnar verða framdar í tøttum samstarvi við starvsfólk á Vegadeildini.

Arbeiðsuppgávur

  • Dagligt viðlíkahald og røkt av stadionøkinum
  • Tryggja, at spæliplássini eru í góðum standi
  • Dagligt viðlíkahald av graslíkisvallunum í býnum
  • At loysa verkligar uppgávur sjálv/ur og í samráð við onnur, tá størri viðlíkahaldsuppgávur skulu geras

Førleikakrøv 

Vit vænta, at tú hevur royndir við handaligum arbeiði, og/ella handverkara útbúgving. Somuleiðis vænta vit, at tú ert røkin, arbeiðs-som/ur og hevur áhugað og sær týdningin av slíkum arbeiði fyri trivnaðin í kommununi. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til spæli- og ítróttarøkini í býnum.

Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar Arbeiðmanna-/kvinnufelag ella KAF og Føroya Handverkarafelag. Arbeiðstíðin er ímillum kl. 08.00 og 17.00 gerandisdagar, tó kann, í avísum tíðarbilum, verða nakað av arbeiði í vikuskiftum og um kvøldarnar.

Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjarar hevur royndir við víðlíkahaldi og røkt av graslíkisvallum.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eirik í Jákupsstovu, Vinnu og Mentanarstjóra, á tlf.: 221813.

Umsóknir

Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing (cv) og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til Klaksvíkar kommuna innan mikudagin 10. august.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her ”Umsjónarfólk til Klaksvíkar kommunu”.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna