Sjálvgreiðslan
Skriva út
G! Festival
Lagt út: 09.10.19
Umsóknarfreist: 20.10.19

Tónleikastjóri til G!

Sökt verður eftir tónleikastjóra til G!.

Starvið sum tónleikastjóri er eitt fleksibult parttíðarstarv, hart tú til tíðir arbeiðir nógv og til tíðir minni, tó ert tú knýttur at festivalinum alt árið. Tú hevur hövuðsábyrgdina av samlaðu skránni og marknaðarföringini av festivalinum.

UPPGÁVUR:

  • Gera avtalur við útlendskar og föroyskar bólkar.
  • Varpa ljós á tónleikin, ið verður settur á skránna.
  • Halda stýr á tónleika fíggjarætlanini.
  • Uppbyggja altjóða og föroysk tónleikasambond.
  • Luttaka á altjóða showcase festivalum.
  • Arbeiða saman við marknaðarføringstoymi um marknaðarföring av festivalinum.
  • Arbeiða saman við tökni toymi í samband framleiðsu av sjálvum festivalinum.

VIT VÆNTA:

  • At tú ert kreativur og hevur góð samstarvsevni.
  • At tú dugir væl at orða teg í skrift og talu á föroyskum og enskum.
  • At tú elskar tónleik og lurtar nógv eftir tónleiki - eisini nýggjum tónleik.
  • At tú dugir væl at arbeiða sjálvstöðugt, men eisini dugir at arbeiða í toymi.
  • At tú hevur góðan kunnleika til sosialar miðlar.
  • At tú hevur eitt estetiskt eyga.
  • At tú hevur royndir at skipa fyri live tiltökum.
  • At tú tolir at arbeiða undir stórum trýsti.

VIT BJÒÐA:

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við stórum fleksibiliteti. Sum tónleikastjóri á G! fært tú atgongd til eitt áhugavert altjóða netverk og fært möguleika at gera mun fyri föroyskan tónleik og mentan úti í heimi. Arbeiðið verður skipað í töttum samstarvi við stjóra, samskipara, altjóða miðla samskipara og samskiparar av grundini og fjósinum.

Lön sambært avtalu.

STARVSSTAÐUR

Starvsstaður er í Valhöll í Syðrugötu, har tónleikaútflutningsskrivstovan (FMX) eisini hevur heimstað.

Send umsókn til okkara á sigvor@gfestival.com í seinasta lagi 20. oktober. Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Sigvör Laksá, stjóra á tlf. 219570 ella Fred Ruddick tlf. 565900.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.