Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Smyril-Line
Lagt út: 13.01.20
Umsóknarfreist: 04.02.20

Starvsfólk til goymsluna umborð á Norrönu

Vit hava úr at gera og tí tørvar okkum starvsfólk til goymsluna við starvsbyrjan 10. februar 2020.

Talan er um fulltíðarstarv og tú kemur at sigla eftir skiftisskipan áljóðandi 4 vikur úti og 4 vikur heima.

Uppgávur
Arbeiði sum goymslufólk umborð á Norrönu umfatar m.a.

  • Vørumóttøka á dekkinum
  • Fáa vøruna niðan á goymsluna og framhaldandi at skipa goymsluna umborð
  • Upprætta vørur í telduskipanini og hava vøruteljing árliga

Harumframt verður tín uppgáva dagligt at stuðla køkinum, við at útvega ymiska vøru og takast við annað fyrifallandi arbeiði, ið hoyrir til á einari goymslu.

Tín vangamynd

  • Tú trívist at arbeiða í einum toymi og dámar at vera í gongd
  • Tú er tænastusinnað/ur hóast nógv er at gera og tær dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi
  • Tú er greið/ur yvir at, tú kemur at búgva umborð á skipinum í áleið 4 vikur hvønn túrin
  • Tú kemur at arbeiða 10 tímar um dagin saman við 90-100 starvsfelagum

Vit bjóða
Vit taka væl ímóti tær og tú fært dugnaligar starvsfelagar, ið koma at hjálpa tær fyrstu tíðina. Tú verður partur av einum toymi har tónin er óformellur, og vit hugna okkum saman.

Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Farmaskip.

Tú kemur at sigla 1:1, ið merkir, at starvast tú 4 vikur umborð, so fært tú løn tær næstu 4 vikurnar heima. Tú kemur at sigla 4 vikur úti og síðan vera 4 vikur heima, tó kann hetta broytast í samráð við køksleiðaran.

Starvssetan
Starvið verður sett skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 4. februar 2020. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn v.m. til starv@smyrilline.fo.

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðarar í køkinum, Jean Alex Midjord og Kaj Steffensen á executivechef@norrona.fo ella 344835.

________________________________________________________________________________________

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er ferðafólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norröna, harumframt fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes og flutningsfyritøkuna OCD. Eisini rekur Smyril Line Hotel Hafnia og er í holt við at byggja Hotel Brandan, ið opnar í mai 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.