Sjálvgreiðslan
Skriva út
Atlantic Airways
Lagt út: 12.09.19
Umsóknarfreist: 26.09.19

Starvsfólk til goymsluna hjá Atlantic Airways

Vit leita eftir einum starvsfólki til goymsluna hjá teknisku deild hjá Atlantic Airways.

Høvuðsuppgávurnar fevna um at taka ímóti lutum, amboðum vm. og skráseta hetta í skipan okkara. Eisini verður tað tín uppgáva at senda lutir til ymsar veitarar, at verða til staðar til myndugleikaeftirlit og at halda goymsluna reina og ruddiliga. Umframt hetta, skalt tú eisini rokna við nakað av skrivstovuarbeiði.

Tað hevur stóran týdning, at tú...

  • dugir føroyskt, danskt og enskt bæði í skrift og talu
  • ert fleksibul
  • ert ábyrgarfull/-ur, álítandi og væl skipað/ur
  • ert fyrikomandi og arbeiðssamur/som
  • dugir at brúka teldu á vanligum stigi

Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða...

  • fast starv í skiftandi vaktum
  • eitt áhugavert og fjølbroytt starv
  • eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss, har tú kemur í samband við nógvar ymiskar deildir

Krav:

Tú skalt vera fylt/ur 18 ár, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá líknandi starvi.

Setan:

Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært avtalu.

Starvsstaðurin er í hangari okkara á Vága Floghavn. Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Richard Johansen, viðlíkahaldsleiðara, á tlf. 213785 ella á richard@atlantic.fo.

Arbeiðstíðin á goymsluni er vanliga frá 08-16, men neyðugt er at arbeiða aðrar tíðir eisini (eisini leygar-, sunnu- og halgidagar).

GG: Ein treyt fyri at kunna arbeiða á Vága Floghavn er, at viðkomandi persónur er góðkendur av løgregluni. 

Umsókn

Skrivlig umsókn við mynd, møguligum viðmælum, avriti av prógvum, lívsrensli (cv) v.m. skal sendast við telduposti til starv@atlantic.fo.

Umsóknarfreistin er mánadagin 26. september 2019.

UM OKKUM

Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast umleið 200 eldhugað og tænastu sinnað starvsfólk í nógvum ymsum starvs bólkum. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa trygg-leika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutu net við Føroyum sum hornasteini, og eina framúr góða tænastu.  

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.