Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 14.05.20
Umsóknarfreist: 29.05.20

Starvsfólk til Endurnýtsluna á Hjalla

Kommunala Brennistøðin søkir eftir einum starvsfólki til Endurnýtsluna á Hjalla, ið er móttøkupláss fyri burturkast í Tórshavnar kommunu.

ARBEIÐSUPPGÁVURNAR Á ENDURNÝTSLUNI ERU Í HØVUÐSHEITUM:

• Avgreiðsla, eftirlit og vegleiðing
• Pakka / stápla burturkast, sum skal til serviðgerð ella endurnýtslu
• Reinhald, røkt og annað fyrifallandi arbeiði
• Harumframt kann roknast við øðrum uppgávum á stovninum eftir tørvi

FØRLEIKAR
Vit ynskja, at tú:

• hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
• hevur telduførleika á brúkarastøði
• dugir føroyskt og danskt í skrift og talu

Tað kann vera ein fyrimunur at hava útbúgving ella annan kunnleika innan vandamikil/-evnafrøðilig evni. Av persónligum eginleikum ynskja vit, at tú ert tænastusinnað/ur, ágrýtin og røkin, og at tú ert fleksibul og kann arbeiða sjálvstøðugt.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett skjótast til ber sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag. Arbeiðstíðin er umleið 40 tímar pr. viku samsvarandi vaktarlista og upplatingartíðunum á Endurnýtsluni. Roknast kann við at skula arbeiða annan til triðja hvønn leygardag.

MEIRA FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita við at venda sær til John Erik Hansen Leiðara, johnerik@torshavn.fo telefon 590979.

UMSÓKN
Skal sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo. Viðmerk „Starvsfólk til Endurnýtsluna“.

Umsóknarfreistin er mikudagin 29. mai 2020.

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.