Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 22.06.20
Umsóknarfreist: 06.07.20

Reingerðsfólk til Margarinfabrikkina

Tórshavnar kommuna søkir vegna Barna- og ungdómshúsið Margarinfabrikkina eftir reingeringsfólki.

STARVIÐ
• Eitt starv sum reingeringsfólk 25 tímar um vikuna

STOVNURIN
Margarinfabrikkini liggur í miðbýnum í Havn. Lopfjølin nýtir húsið um morgunin. Børn úr 3. flokk til 6. flokk nýta húsið seinnapartar, og um kvøldið eigur ungdómurin húsið. Húsið er virkið allan dagin og kvøldið við.

VIT VÆNTA AT:
• tú ert røkin og nærløgd/nærlagdur
• tú ert fleksibul
• tú kann arbeiða sjálvstøðugt

SETANARVIÐURSKIFTI
Reingerðarstarvið verður sett sambært sáttmála millum Arbeiðarafelagið og KAF
Talan er um eitt starv við starvsbyrjan 14. august 2020.

MEIRA FÆST AT VITA
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Salua Manai, stovnsleiðara, á telefon 282119.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum verður at senda til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo
Umsóknarfreistin er mánadagin 6. juli 2020.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.