Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 14.11.19
Umsóknarfreist: 26.11.19

Reingerðarstarvsfólk til Tænastudeildina.

Reingerðarstarvsfólk til Tænastudeildina.

 

Til Tænastudeildina søkja vit eftir jaligum, fúsum og ídnum starvsfólki.

Arbeiðsuppgávurnari verða á Skurðdeplinum G4 og Psyk. deplinum, P 40 og umfata í høvuðsheitum reingerð eftir galdandi reglum. Neyðug upplæring verður givin.

  • Á G4 eitt fast starv til umleið 32,5 tímar
  • Eitt tímalønt farloyvisstarv á G4 í 6 mánaða í skiftisvaktum (dag-, kvøld og vikuskiftisvaktum).
  • Á P40 tvey føst størv. Arbeiðstíðin er umleið 30 tímar um vikuna í skiftisvaktum (dag-, og vikuskiftisvaktum). Talan er um ófaklærd størv til reingerð í Tænastudeildini.

Øll størvini eru til setan 1. desember 2019 ella eftir avtalu.  

Samstundis søkja vit eftir avloysarum til at taka vaktir av og á. Fyrimunur er, um umsøkjarin hevur arbeiðsroyndir.

Persónligir eginleikar:

  • ábyrgdarkensla
  • fryntlig/ur og fyrikomandi
  • tolir trýst og kann arbeiða við høgari ferð
  • góð samstarvsevni
  • góður røkjuskapur
  • góð heilsa

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið.

Upplýsingar

Nærri fæst at vita um størvini við, at venda sær til Súsannu Nolsøe, menningarsamskipara á tlf. 304500, lokal 1245 ella á telduposti: susanna.nolsoe@ls.fo

Umsóknarfreistin er 26. november 2019.

Viðmæli e.l. skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Søk starvið her

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkinum “Leys størv.”

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.