Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tannlæknamiðstøðin
Lagt út: 16.04.21
Umsóknarfreist:

Reingerðarfólk til Tannlæknamiðstøðina

Søkt verður eftir reingerðarfólki í umleið 25 tímar um vikuna. 

Talan er um eitt reingerðarfólk í umleið fimm tímar um dagin, ella fleiri, ið kunnu býta arbeiðstíðina millum sín. Starvið verður sett frá 1. mai ella skjótast til ber. 

Tað er sera umráðandi hjá okkum, at hølini eru rein og ruddilig hjá okkara viðskiftafólki at koma í. 

Uppgávan er at gera reint í bygninginum á Tannlæknamiðstøðini á Óðinshædd. Tú hevur ábyrgd av at vaska gólv, hyllar, borð, vindeygu, trappu, vesir o.a. eftir nærri avtalu. 

Lønar- og setanartreytir
Lønin verður goldin samb. sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag. 

Nærri upplýsingar fáast at við at skriva teldupost til Unnur Jensen, stjóra, á unnur@tonn.fo ella ringja til Tannlæknamiðstøðina á tlf. 315300. 

Umsókn
Skriva eitt sindur um teg sjálva/n og tínar royndir, og send teldupostin til starv@tonn.fo. Freistin at søkja er 30. apríl 2021.

Virksemi á Tannlæknamiðstøðini byrjaði í 2005 og í dag eru vit 23 starvsfólk, sum starvast sum tannlæknar, tannrøktarar, tannteknikari, tannatstøðingar og hjálparfólk. Tannlæknamiðstøðin er hitað við jarðhita og vit framleiða streym við sólkyknum. Vit hava altíð umhvørvið í fokus tá vit taka avgerðir. Meira fæst at vita á www.tonn.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna