Sjálvgreiðslan
Skriva út
Kringvarp Føroya
Lagt út: 20.05.20
Umsóknarfreist: 04.06.20

Reingerðarfólk til Kringvarp Føroya

Kringvarp Føroya søkir eftir einum reingerðarfólki til parttíðarstarv. Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna. Starvið verður sett frá 1. juli
2020 ella eftir nærri avtalu.

Starvið:
Uppgávurnar eru at halda bygningin reinan og ruddiligan innandura. Hølini eru ymisk og fevna m.a. um útvarps- og sjónvarpsstovur, upptøku- og redaktiónshøli, skrivstovur og gongir. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við húsavørðin, og arbeiðstíðin er partvís uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Vit vænta, at tú:
■ hevur royndir við reingerðararbeiði
■ vísir nærlagni í tínum arbeiði
■ hevur áræði og arbeiðir sjálvstøðugt
■ hevur góð samstarvsevni og ert fyrikomandi

Vit bjóða:
Eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum góðum arbeiðsumhvørvi.

Setanarviðurskiftið:
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Umsókn og freist:
Send umsókn og viðkomandi skjøl í teldubrævi til: umsokn@kvf.fo. Freistin er hósdagin 4. juni 2020 á midnátt.

Fleiri upplýsingar:
Um tú vilt hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Thomas Kjelnæs, húsavørð, tlf. 29 66 05 ella teldupost
thomas@kvf.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.