- Øll Størv (90)
- Byggivirksemi (0)
- Fiskavøruídnaður (2)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (0)
- Flutningur sjóvegis (1)
- Fyrisiting og tænastur (20)
- Gistihús og matstovur (8)
- Handil og umvæling (6)
- Heilsu- og almannaverk (35)
- Kunningartøkni (3)
- Skipasmiður og smiður (5)
- Undirvísing (1)
- Vinnuligar tænastur (9)

Reingerðarfólk til Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya søkir eftir einum reingerðarfólki til parttíðarstarv. Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna. Starvið verður sett frá 1.
februar 2021 ella eftir nærri avtalu.
STARVIÐ
Uppgávurnar eru at halda bygningin reinan og ruddiligan innandura. Hølini eru ymisk og fevna m.a. um útvarps- og sjónvarpsstovur, upptøku- og redaktiónshøli, skrivstovur og gongdir. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við húsavørðin, og arbeiðstíðin er partvís uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
VIT VÆNTA, AT TÚ:
● hevur royndir við reingerðararbeiði
● vísir nærlagni í tínum arbeiði
● hevur áræði og arbeiðir sjálvstøðugt
● hevur góð samstarvsevni og ert fyrikomandi
VIT BJÓÐA
Eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum
góðum arbeiðsumhvørvi.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
UMSÓKN OG FREIST
Send umsókn og viðkomandi skjøl í teldubrævi til: umsokn@kvf.fo. Freistin er mánadagin 25. januar 2021.
FLEIRI UPPLÝSINGAR
Um tú vilt hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Thomas Kjelnæs, húsavørð, tlf. 29 66 05 ella teldupost thomas@kvf.fo