Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landsverk
Lagt út: 03.06.21
Umsóknarfreist: 21.06.21

Økisleiðari til landsvegaraksturin á Landsverki - miðøkið

Landsverk søkir eftir einum hollum leiðara til miðøkið á landsvegarakstrinum.

Landsvegaraksturin er skipaður í trimum økjum: Norðurøkið, miðøkið og suðurøkið. Tilsamans starvast umleið 30 starvsfólk innan landsvegaraksturin. Miðøkið fevnir um Streymoy, Vágoy, Sandoy og norðaru helvt av Eysturoynni. Í miðøkinum eru 12 starvsfólk, harav tveir formenn.

Arbeiðsuppgávur
Økisleiðarin hevur ábyrgdina av at leggja arbeiðið til rættis og hava eftirlit við øllum landsvegahaldinum, herundir eisini vetrarhaldinum í miðøkinum. Høvuðsuppgávurnar eru hesar:

 

  • Starvsfólkaábyrgd
  • Samskipan av viðlíkahaldsarbeiði og vetrarhaldi
  • Umsiting og umsjón við infrakervinum í miðøkinum
  • Byggimálsviðgerð
  • Fíggjarábyrgd í sambandi við verkætlanir
  • Telefonvakt í sambandi við ISPS trygd av havnum og í sambandi við vetrarhaldið

Førleikar og væntanir
Vit vænta, at tú ert handverkari við einum tekniskum yvirbygningi ella við onkrari líknandi bakgrund. Viðkomandi royndir kunnu hava týdning.

Vit leggja dent á góðar telduførleikar, koyrikort er ein treyt, og viðkomandi leiðsluroyndir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Vit leita eftir umsøkjarum, sum duga væl at samskifta, samstarva og hava eitt opið og tænastusinnað lyndi. Tað skal ganga skjótt til tíðir, og røttu avgerðirnar skulu takast til røttu tíð, og tí leggja vit dent á framsókn, leiðslu og eginleikan at fáa góð úrslit. Vit veita skipaða førleikamenning sum ein part av starvinum.

Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag, ið hevur samráðingarrætt fyri starvið. Setanarøkið er Landsverk, og tænastustaðurin í løtuni á Maskinsmiðjuni í Kollafirði. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skal sendast okkum umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. juni 2021.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Boða Haraldson, deildarleiðara á telefon 290 841 ella á boha@lv.fo.

Landsverk byggir land 
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi. 
 
Játtanin til rakstur og íløgur í 2021 er 515,7 mió., og á stovninum starvast í løtuni uml. 150 ársverk. 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna