Sjálvgreiðslan
Gist & Vist
Lagt út: 08.08.19
Umsóknarfreist: 25.08.19

Náttarvørður til Hotel Føroyar

 Hotel Føroyar leitar eftir náttarvørðum at arbeiða hálva tíð - møguleiki er fyri hægri brøki eftir avtalu.

Hotel Føroyar er størsta gistingarhús í Føroyum við 129 kømrum. Sum náttarvørður hevur tú ábyrgd av, at virksemið á hotellinum um náttina gongur hóvliga fyri seg.

Arbeiðsuppgávur:

  • At avgreiða gestir í móttøkuni
  • At ganga rundtúrar á hotellinum
  • Náttarkoyring
  • Fyrifallandi arbeiði, so sum at rudda, bera skrell út o.l.

Vit vænta, at tú ert ábyrgdarfull/ur, álítandi, fyrikomandi og at tú hevur góð samstarvsevni.

Ljóðar hetta sum rætta starvið fyri teg? So send eina umsókn til vanja@hotelforoyar.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.