Sjálvgreiðslan
Skriva út
Estra Prent
Lagt út: 11.01.21
Umsóknarfreist: 25.01.21

Miðlagrafikari søkist

Vit søkja eftir kreativum, ágrýtnum og sjálvstøðugum miðlagrafikara.

Talan er um eitt spennandi umhvørvi, har tú fylgir uppgávuni frá fyrsta hugskoti til endaliga úrslitið.

Arbeiðsuppgávurnar eru ógvuliga ymiskar, og tú fært møguleika at seta tíni fingramerki á grafiska sniðgeving og hava ábyrgd av at gera grafiskt tilfar til kundar okkara, so sum faldarar, lýsingar, bøkur, skelting og annað.

Tú verður partur av okkara toymi, har ferðin ofta er høg og arbeiðið er spennandi og fjølbroytt. Umráðandi er, at tú ert kreativ/ur, hevur grafiskt eyga, ert ágrýtin og hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum. Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, eins væl í toymi og megnar at arbeiða undir trýsti, og enskum.

Vit vænta: at tú hevur útbúgving sum miðlagrafikari ella líknandi, ella drúgvar royndir innan grafisku vinnuna. At tú dugir at arbeiða við Adobe forritum – serliga InDesign, Illustrator og Photoshop.

Fyrimunur er, um tú hevur kunnleika til sosialu miðlarnar.

Vit bjóða: eitt spennandi og fjølbroytt starv. Talan er um fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber.

Lønarviðurskifti og setanartreytir verða ásett eftir royndum og førleikum

Hevur tú spurningar kanst tú venda tær til Gunvá við Keldu, tel 778519.

Umsókn saman við CV og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til gunva@estra.fo, merkt “Miðlagrafikari”. Freistin at søkja er 25. januar 2021.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna