Sjálvgreiðslan
Skriva út
SEV
Lagt út: 30.09.19
Umsóknarfreist: 14.10.19

Maskinmeistarar til Sundsverkið

SEV sóknast eftir varaverkmeistara og maskinmeistara til Sundsverkið.

Tilsamans 30 fólk starvast á Sundsverkinum, sum er størsta framleiðsluverkið hjá SEV. Sundsverkið er oljurikið elverk, og mátturin er í verandi løtu tilsamans 47 MW. Talan er um seks dieselmotorar og hjálparskipanir. Í næstum gerst umfatandi víðkan av Sundsverkinum veruleiki. Hetta merkir, at 4 nýggir motorar á 9 MW, roykreinsan umframt alskyns nútímans útgerð verða tikin í nýtslu.

Verandi seks dieselmotorar og hjálparskipanir eru:

  • 2 x B&W Diesel 12L55GSCA 12,4 MW 1984/1989
  • 2 x MAK 9M43 8 MW 2001/2004
  • 2 x MTU 20V4000G63L 2,4 MW

Brennievnið er tungolja RMG 380. Nútímans stýri- og eftirlitsskipanin av slagnum ABB 800 x A. Avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn. Í 2018 var nýtt dagtangahús tikið í nýtslu, har goymsla og viðgerð av olju, smyrjiolju, slam (evju) og spillvatni fer fram.

Maskinmeistarastarvið
Vit sóknast eftir maskinmeistara til Sundsverkið. Sundsverkið er undir um- og útbygging, og tørvur er á enn einum dugnaligum og royndum maskinmeistara við víðkaðum maskinmeistaraprógvi at reka og røkja størsta framleiðsluverkið hjá SEV.

Fakligir førleikar
Vit vænta, at tú hevur

  • fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla
  • drúgvar, viðkomandi starvsroyndir
  • koyrikort til persónbil

Persónligir eginleikar
Vit ynskja okkum ein starvsfelaga, sum

  • dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innan- og uttanhýsis
  • ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum
  • trívist við at arbeiða í vaktum

Uppgávur
Arbeiðið er í flestu førum skipað í vaktum at hava um hendi dagligu elframleiðsluna. Harumframt verða viðlíkahald og umvælingar gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum. Stutt kann sigast um vaktarskipanina, at teir, sum eru partur av hesari, hava frí annaðhvørt 2 av 8 ella 2 av 9 vikum (frívikurnar eru ikki samanhangandi). Maskinmeistarar arbeiða í miðal eitt vikuskifti um mánaðin.

Løn                                                                                                                                
Lønin er sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið, lønarflokkur 12. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguligari úrtíðarløn av og á.

Varaverkmeistari til Sundsverkið

SEV sóknast eftir varaverkmeistara til Sundsverkið

Fakligir førleikar
Vit vænta, at tú hevur

  • víðkað maskinmeistaraprógv og viðkomandi starvsroyndir
  • drúgvar royndir við viðlíkahaldsskipanum, herundir ApiPro
  • royndir við Share Point
  • góðar samskiftisførleikar
  • góðar telduførleikar
  • lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • royndir innan elveiting og háspenning upp til 72 kV

Persónligir eginleikar
Vit ynskja okkum ein starvsfelaga, sum

  • er hugaður í at geva sítt íkast, so at starvsfólkini trívast og mennast
  • hevur yvirlit og dugir at samskipa arbeiðsdagin soleiðis, at Sundsverkið allan sólarringin er væl mannað, og allar uppgávurnar verða væl loystar.
  • dugir og tímir væl bæði at lurta og tosa við starvsfólkini.
  • er smidligur í mun til arbeiðstíðir.

Uppgávur
Arbeiðsdagurin og arbeiðsuppgávurnar hjá varaverkmeistaranum eru fjølbroyttar. Umframt at leiða dagliga arbeiðið á verkinum, er uppgávan eisini saman við verkmeistaranum at vera partur av ymiskum arbeiðsbólkum og verkætlanum á Sundi, har stórt virksemi er.

Viðlíkahald og umvælingar verða gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum. Varaverkmeistarin skipar og leiðir hetta arbeiðið. Harumframt áliggur tað varaverkmeistaranum at tryggja viðlíkahaldsskipanina á Sundi. Skipanin, ið verður nýtt, er ApiPro.

Løn                                                                                                                                
Varaverkmeistarin verður sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið løntur í lønarflokki 35.1 í sáttmálanum hjá Tænastumannafelagnum. Lønin er:  43.745,65 kr umframt 15% eftirløn. Talan er um tænastumannalíknandi starv, tó uttan at tann, sum settur verður, verður tænastumaður.

SEV
SEV bjóðar tær:

  • Gott arbeiðsumhvørvi
  • Møguleikan at gagnnýta alla útbúgving tína
  • Væl skipaðið viðurskifti
  • Smidligar arbeiðsumstøður
  • Fjøltáttaðan arbeiðsdag

Málið er, at øll orka á landi er 100% grøn í 2030. Í nøkur ár afturat er tó tørvur á alstórari elframleiðslu á Sundsverkinum, men um fá ár fer framleiðslan á Sundsverkinum at minka munandi. Vit eru ivaleys um, at rúm kortini verður fyri dugnaligu maskinmeistarum okkara, eisini eftir hetta.

Verandi og komandi arbeiðsuppgávur hjá SEV verða eisini frameftir nógvar og meiningsfullar. Talan er um eitt stórt arbeiðspláss, har fólk javnan velja at nema sær nýggja vitan og førleikar frá einari uppgávu ella deild til aðra.

Umsóknin
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Jørgin Mørkøre, verkmeistara á tlf. nr. 286912 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluni á tlf. nr. 218419. Umsóknarfreistin er mánadagin 14. okober 2019. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til: starv@sev.fo. G.G.: Viðmerk hvat starv talan er um í umsóknini.

SEV hevur veitingartrygd, og tryggjar tí føroyska samfelagnum støðugan streym allan sólarringin. 172 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum varð stovnað 1. oktober 1946.

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.