Sjálvgreiðslan
Skriva út
Kvívíkar Kommuna
Lagt út: 09.10.19
Umsóknarfreist: 24.10.19

Lýsing eftir tilbúgvingarleiðara/sløkkiliðsleiðara til Kvívíkar kommunu

Kvívíkar kommuna søkir eftir leiðara til sløkkiliðið í Kvívíkar kommunu.

Arbeiðsuppgávur

Uppgávurnar hjá sløkkiliðsleiðaranum eru sera fjølbroyttar. Nakrar av teimum eru:

Rakstrar- og átaksábyrgdina av kommunalu tilbúgvingini.

Vera til reiðar til útkall og at gera vaktaravtalu við avloysara.

Umsita tilkalliskipanina hjá sløkkiliðsmanningini.

Skipa fyri venjingum við sløkkiliðsmanningini í minsta lagi 10 ferðir um árið

Skipa fyri útbúgving av sløkkiliðsmanningini

Hava eftirlit og umsjón við útgerðini

Ráðgeva kommunalu umsitingini í viðkomandi spurningum innan arbeiðsøkið

Luttaka í brandsýni av bygningum.

Gera uppskot til fíggjarætlan fyri tilbúgvingina

Vera við í arbeiðinum at gera eina váðameting og tilbúgvingarætlan

Førleikar

  • hevur viðkomandi útbúgving
  • hevur víðkað fyrstuhjálparprógv
  • hevur heilsuváttan fyri sløkkiliðsfólk
  • hevur nøktandi revsiváttan
  • hevur telduførleika á grundstøði
  • hevur førleikabræv til akfar yvir 3500 kg.

Krav er ikki um umrøddu prógv og til ber at útvega sær umrøddu prógv gjøgnum arbeiðið.

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um parttíðarstarv, sum verður sett 1. november 2019 ella eftir nærri avtalu. Løn sambært avtalu.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rúna Gaardlykke, kommunustjóra, á telefon 292408.Umsókn
Umsókn saman við viðmælum, og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Kvívíkar Kommunu, kvivik@kvivik.fo í hendi í seinasta lagi 24. oktober. 2019. Merk umsóknina „Leiðari til sløkkiliðið“.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.