- Øll Størv (108)
- Byggivirksemi (0)
- Fiskavøruídnaður (3)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (0)
- Flutningur sjóvegis (2)
- Fyrisiting og tænastur (18)
- Gistihús og matstovur (8)
- Handil og umvæling (9)
- Heilsu- og almannaverk (44)
- Kunningartøkni (4)
- Skipasmiður og smiður (5)
- Undirvísing (2)
- Vinnuligar tænastur (13)

Landssjúkrahúsið søkir eftir reingerðarstarvsfólki til Tænastudeildina

Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir reingerðarstarvsfólkum, at byrja skjótast til ber.
Talan er um ábyrgdarfull størv innan reingerð, har vit sum toymið hava ábyrgdina av reingerðini og reinførinum og harvið eisini at minka um smittuvandan.
Um størvini
Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvið, við góðum starvsfeløgum.
Arbeiðsuppgávurnar umfata í høvuðsheitum reingerð eftir galdandi reglum. Neyðug upplæring innan økið verður givin.
3 størv eru í skiftandi vaktum dag-, kvøld- og vikuskiftisvaktir. Vikuskiftisvaktir eru 2. og 3. hvørt vikuskifti
Eitt fast starv, 33 tímar um vikuna á B7
Eitt fast starv, 32,5 tímar um vikuna á G4
Eitt avloysarastarv, umleið 40 tímar um vikuna á A3, fyribils til 28. mars 2021
2 størv eru í skiftandi vaktum dag- og vikuskiftisvaktir. Vikuskiftisvaktir eru 2. og 3. hvørt vikuskifti
Eitt fast starv, 29,8 tímar um vikuna á P40
Eitt avloysarastarv, umleið 29 tímar um vikuna á B5, fyribils til 28. mars 2021
Samstundis søkja vit eftir avloysarum til at taka vaktir av og á.
Vit vænta, at umsøkjarar hava:
• Góðan røkjuskap og ábyrgdarkenslu
• Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
• Ganga høgt upp í reinføri
Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur arbeiðsroyndir.
Upplýsingar:
Vilt tú vita meira um størvini, ber til at venda sær til Súsannu Nolsøe, menningarsamskipara á tlf. 304500, lokal 1245 ella skriva til teldupost: susanna.nolsoe@ls.fo
Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Umsóknarfreistin er 22. januar 2021.
Søk starvið her
Viðmæli kunnu havast við til møguliga samrøðu.
Landssjúkrahúsið
Landssjúkrahúsið er deilt upp í 6 ymiskar deplar, sum ymsu deildirnar virka undir. Tænastudeildin virkar undir Tænastudeplinum. Á okkara heimasíðu www.ls.fo, undir leinkinum “Um okkum” kanst tú lesa um Landssjúkrahúsið, okkara visión, missión og strategimál.
MRSA
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”