Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sp/f UNO
Lagt út: 15.05.20
Umsóknarfreist: 31.05.20

Lærlingur til handilin í UNO

Kundi tú hugsað tær eitt spennandi starv í føroysa stórsta súkkluhandli? Dámar tær nýggjar avbjóðingar og at hjálpa kundum?
So hava vit møguliga rætta starvið til tín. Vit leita eftir einum lærlingi at byrja beinanvegin ella skjótast gjørligt.

Um Uno:
Uno hevur 8 ár á baki og stendur enn í vøkstri. Uno selur súkklur, køkar, baðirúm og lat fyrr í ár stóra Skousen deild upp við hvítvørum og smá el-tólum.

Førleika krøv:
Tú ert álítandi, ágrýtin, fyrikomandi, tekur ábyrgd av tínum arbeiði, arbeiðir sjálvstøðugt og dugir at finna skilagóðar loysnir. Eingi prógv ella royndir eru neyðug fyri at søkja um starvið, men kunnu tó sendast við umsøknini.

Vit bjóða tær:
Eitt fjølbroytt starv, ið er spennandi og sum krevur av tær at tú dugir at hava nógvar bóltar í luftini í senn. Tú kemur at arbeiða við dugnaligum og jaligum starvsfólki.

Tínar uppgávur verða m.a:

- Ráðgeva kundum í smb við sølu av vørum

- Halda handilin ruddiligan og bílegging av vøru.

- Annað fyrifallandi handilsarbeiði.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært avtalu. Umsókn Send tína umsókn og avrit av møguligum prógvum og royndum til Dánjal Petersen á dp@uno.fo. Eisini ber til at ringja tlf.59 59 59 fyri at hoyra nærri um arbeiðið.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.