Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sp/f UNO
Lagt út: 15.05.20
Umsóknarfreist: 31.05.20

Lærlingur til goymsluna í UNO Skousen

Kundi tú hugsað tær eitt spennandi starv í einum støðugt vaksandi handli? So hava vit møguliga rætta starvið til tín. Vit leita eftir einum lærlingi at byrja beinanvegin ella skjótast gjørligt.

Um Uno:
Uno hevur 8 ár á baki og stendur enn í vøkstri. Uno selur súkklur, køkar, baðirúm og lat í fjør stóra Skousen deild upp við hvítvørum og smá el-tólum.

Førleika krøv:
Tú ert álítandi, ágrýtin, fyrikomandi, tekur ábyrgd av tínum arbeiði, arbeiðir sjálvstøðugt og dugir at finna skilagóðar loysnir. Eingi prógv ella royndir eru neyðug fyri at søkja um starvið, men kunnu tó sendast við umsøknini. Ein fyrimunur um tú hevur koyrikort til trukk, men hetta kann eisini veitast í lærutíðini.

Vit bjóða tær:
Eitt fjølbroytt starv, ið er spennandi og sum krevur av tær at tú dugir at hava nógvar bóltar í luftini í senn. Tú kemur at arbeiða við dugnaligum og jaligum starvsfólki. Tú kemur at vera eitt bindilið til allar deildirnar í Uno Skousen og kundarnar.

Tínar uppgávur verða m.a:

- Taka ímóti vøru á goymsluni og telja upp.

- Samskipa útberingina kring alt landið.

- Halda goymsluna ruddiliga og skipaða.

- Koyra burturkast og telja vørur upp.

- Annað fyrifallandi arbeiði.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært avtalu. Umsókn Send tína umsókn og avrit av møguligum prógvum og royndum til Dánjal Petersen á dp@uno.fo. Eisini ber til at ringja tlf.59 59 59 fyri at hoyra nærri um arbeiðið.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.