Sjálvgreiðslan
P/F SMS
Lagt út: 06.08.19
Umsóknarfreist: 24.08.19

Konditaralærlingur til Mylnuna

Dámar tær at baka køkur? Hevur tú ans fyri at prýða køkurnar? So er hetta útbúgvingin fyri teg! 

Sum konditaralærlingur lærir tú at gera alskins sløg av køkum, bæði wienarbreyð og rómakøkur og eisini ísrættir, lagkøkur og kransakøkur. Tú sleppur at arbeiða við hondunum og fært samstundis holla vitan um marsipan, ísar, at gera prýði og smáar figurar. Tú lærir eisini at gera krem, baka botnar og mousse og at skapa títt egna brá. 

Útbúgvingin tekur 4 ár og tú fært lærlingaløn sambært handverkarafelag fyri lærlingar. 

Sum konditaralærlingur hjá Mylnuni verður tú knýttur at ZBC skúlanum í Ringsted. Tú skalt sostatt til Danmarkar í skúla 5 ferð í lærlingatíðarskeiðnum og fær uppihaldið goldið. 

Hevur hetta tín áhugað, og hevur tú lokið fólkaskúlan? So er at senda umsókn til Eirik, bakarameistara, skjótast gjørligt á eim@mylnan.fo. Hevur tú fleiri spurningar kanst tú ringja til Eirik á 214456.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.