Sjálvgreiðslan
Skriva út
Frost
Lagt út: 02.09.19
Umsóknarfreist: 27.09.19

Kølimontørar til Frost

Frost sóknast eftir kølimontørum at byrja skjótast tilber.
Ert tú útlærd(ur) kølimontørur, maskinmeistari, maskinsmiður, elektrikari ella hevur líknandi útbúgving, so er tað kanska tær vit leita eftir.

Virksemið hjá Frost fevnir um alt frá smærri umvælingum og viðlíkahaldið, til veitan av heildarloysnum innan øll sløg av køli-, frysti- og klimaskipanum. Frost tænir bæði fiski- og alivinnuni, byggi- og flutningsvinnuni og tænastuvinnuni. Vit arbeiða kring alt landið.

Førleikakrøv

Vit vænta at umsøkjarin

• er útlærd(ur) kølimontørur, maskinmeistari, maskinsmiður, elektrikari ella hevur líknandi útbúgving
• er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd
• megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
• er fyrikomandi og dugir væl at samskifta
• hevur koyrikort til persónbil

Vit kunnu bjóða
• skipaða upplæring
• skeið og førleikamenning innan køling
• nógvar og fjølbroyttar uppgávur
• góðar arbeiðsumstøður
• góða løn

Umsóknin
Umsóknin skal sendast saman við prógvum til frost@frost.fo

Vilt tú vita meira
Nærri upplysingar um starvið fáast við at ringja á tel 311124 ella við at senda okkum ein teldupost.
Uppýsingar um Frost eru eisini at finna á heimasíðu okkara www.frost.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.