Sjálvgreiðslan
Skriva út
Fuglafjarðar Kommuna
Lagt út: 30.10.19
Umsóknarfreist: 20.11.19

Húskallur til Mentanarhúsið

Vegna ov fáar umsóknir lýsa vit aftur eftir starvsfólki, at taka sær av alskyns uppgávum í livandi og spennandi umhvørvinum í Mentanarhúsinum.

Mentanarhúsið er karmur um alskyns mentanarligt virksemi, alt frá konsertum við m.ø. altjóða tónleikanøvnum, sangleikir, sjónleikir, hugnaløtur og veitslur.

Vit bjóða
Eitt arbeiði, har tú saman við leiðaranum skipar gerandisdagin og samstarvið við mentanarfólk og veitarar. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og fevna eisini um kvøld og vikuskifti. Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um flest alt í sambandi við virksemið í húsinum. Lønin er sambært sáttmála millum starvsmannafelagið og kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Vit vænta
At tú ert fyrikomandi, og dámar væl at arbeiða við fólki. At tú hevur gott tøkniligt handalag, ert húsligur, nærlagdur og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt.

Tað hevur tí týdning, at tú ikki ræðist at hava nógvar bóltar í luftini. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við mentanartiltøkum áður.

Eitt krav er, at tú hevur koyrikort.

Umsókn
Skal sendast til okkara á info@fuglafjordur.fo í seinasta lagi 20. november kl. 12.00. Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Jónas Bloch Danielsen, leiðara á tlf. 238070.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.