Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 28.11.19
Umsóknarfreist: 12.12.19

Húsavørður

Søkt verður eftir handverkara til fastlønt starv sum húsavørður til húsavarðartoymið hjá Tórshavnar kommunu.

ARBEIÐIÐ
fevnir um at hava umsjón og røkja bygningarnar og økið uttanum.

ARBEIÐSUPPGÁVUR ERU M.A. AT:
• gera smærri umvælingar
• syrgja fyri at garðar / portur / girðingar eru rein og í góðum standi
• syrgja fyri at el, vatn, hiti og sanitetsviðurskifti eru í lagi
• syrgja fyri at brunaviðurskifti og trygdarútbúnaðurin er í lagi

VIT SØKNAST EFTIR PERSÓNI SUM:
• hevur handverkaraútbúgving
• hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur góðan røkiskap
• hevur góð samstarvsevni
• dugir at samskifta bæði við børn og vaksin
• hevur góðan teldukunnleika
• hevur koyrikort

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast tilber. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag / Landsfelag Handverkaranna.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rúna Patursson, formann fyri húsavørðarnar í húsaumsitingini, telefon 302010.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skal vera torshavn@torshavn.fo í hendi, í seinasta lagi hósdagin 12. desember 2019. Merk umsóknina „Húsavørður“.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.