Sjálvgreiðslan
Skriva út
Apoteksverkið
Lagt út: 31.01.20
Umsóknarfreist: 18.02.20

Hjálparfólk til Framleiðsluapotekið

Søkt verður eftir einum hjálparfólki til Framleiðsluapotekið at byrja skjótast gjørligt. Viðkomandi verður partur av einum gevandi arbeiðsplássi, har góðska og trivnaður er í hásæti.

Starvið er ásett at vera 30 tímar um vikuna og er tíðaravmarkað til árslok 2020.

Starvið umfatar
Høvuðsarbeiðsøki er at arbeiða sum hjálparfólk í Skamtan, har tú ert við til at pakka heilivág í skamtanarposar til brúkarnar. Hetta umfatar at passa pakkimaskinuna og at handfara heilivágin, sum skal pakkast.

Annað ábyrgdarøki er í Framleiðsluni, har tú arbeiðir við at vaska framleiðsluútgerð, gjøgnumlýsa vætur umframt at pakka og seta etikettir á vørur.

Harumframt skal tú vera tøk/ur til fyrifallandi uppgávur.

Starvið er skipað í tøttum samstarvið við hini á deildini.

Tínir førleikar

  • Ert røkin, álítandi og tekur ábyrgd
  • Ert virkin og nærløgd/lagdur í arbeiðinum
  • Hevur góð samstarvsevnir og ert fyrikomandi
  • Ert ein góður starvsfelagi

Vit vænta, at tú ert ein fyrikomandi og ágrýtin persónur, sum hevur áhuga í at arbeiða í einari góðskugóðkendari framleiðslu. Vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva og at tú ert ein vinarligur og jaligur persónur, sum ynskir at arbeiðsplássið mennist og starvsfólkini trívast.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Arbeiðstíðin er í dagtímunum gerandisdagar, har dagarnir tó eru ymiskir til longdar. Starvið er tíðarvmarkað til 31.12.2020.

Hevur tú spurningar um starvið kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tel. 341164 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avrit av møguligum viðmælum og upplýsing um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi 18. februar 2020. Umsóknir skulu sendast sum teldupostur til ejn@apotek.fo

Framleiðsluapotekið
Framleiðsluapotekið er sjálvstøðug eind hjá Apoteksverkinum og heldur til á Staraveg 15 í Tórshavn. Á Framleiðsluapotekinum starvast 22 fólk, harav m.a. farmakonomar, laborantar, hjálparfólk og farmaseutar.

Á Framleiðsluapotekinum pakka vit skamtaðan heilivág til uml. 1200 brúkarar, umframt at vit framleiða fleiri sløg av heilivági og merkivørum til bæði menniskju og djór.

Les meira um okkum á apotek.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.