Skriva út
Vel størv ...
- Øll Størv (90)
- Byggivirksemi (0)
- Fiskavøruídnaður (2)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (0)
- Flutningur sjóvegis (1)
- Fyrisiting og tænastur (20)
- Gistihús og matstovur (8)
- Handil og umvæling (6)
- Heilsu- og almannaverk (35)
- Kunningartøkni (3)
- Skipasmiður og smiður (5)
- Undirvísing (1)
- Vinnuligar tænastur (9)
JOHS.ELEKTRO
Lagt út: 13.01.21
Umsóknarfreist: 31.01.21
Hevur tú hug til Elektomekanikk ?
JOHS.ELEKTRO søkir eftir lærlingi til elektromekanikara.
Vit eru ein elektromekaniskur verkstaður, sum veitir loysnir innan el-motorar, generatorar, trumlumotorar, pumpur, gear v.m.
Vit vænta av tær, at
- tú hevur áhuga í elektromekanikki og hevur tøkniligt tev
- tú ert ágrýtin at arbeiða og íðin at læra
- tú hevur lætt við at samskifta við kundar
- tær dámar ordan og trívist í einum umhvørvi, har vit ofta hava úr at gera
Verkliga læran er í Klaksvík, meðan skúlagongdin er skipað við styttri skúlaskeiðum í Danmark. Tað er ein fyrimunur, um tú longu hevur Yrkisnám 1 innan el, men annars verður hetta tikið á Tekniska Skúla.
Lønin er sambært handverkarasáttmálanum.
Um tú heldur hetta vera áhugavert, send eina umsókn við viðkomandi skjølum til esther@johselektro.fo við frámerkinum ”Umsókn”. Freistin at søkja er 31. januar 2021.
Meira fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Esther Dahl, HR-leiðara, á telefon 232043 ella á esther@johselektro.fo.