Sjálvgreiðslan
Skriva út
Bakkafrost
Lagt út: 06.11.19
Umsóknarfreist: 21.11.19

Havsbrún søkir eftir framleiðslufólk til mjøl- og lýsiframleiðsluna

 

Havsbrún er altjóða viðurkent virki við trimum framleiðsludeildum - Mjøldeildin, ið framleiðir fiskamjøl og lýsi, Fóðurdeildin, ið framleiðir fóður til laks, og nýggja Laksadeildin, sum skal framleiða mjøl og lýsi burturúr laksainnvøli.

Framleiðslan er í støðugari menning, og vit søkja ágrýtin framleiðslufólk til mjøl- og lýsiframleiðsluna at seta í starv sum skjótast. Her er talan bæði um Laksadeildina og Mjøldeildina. 

Arbeiðsøki
Mjøldeildin:
Á Havsbrún eru 91 starvsfólk, harav eru 40 á Mjøldeildini. Sum framleiðslufólk ert tú partur av einum toymi, sum í høvuðsheitum framleiðir fiskamjøl og lýsi. Arbeitt verður í vaktum, tá fiskur er, og tá eru 4-5 fólk á hvørjari vakt.

Arbeiðið sum framleiðslufólk er fjølbroytt, og tú kemur at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur:

  • Framleiðsla

  • Viðlíkahald og reinhald av útgerð og virki

  • Reinsa lýsi

  • Annað fyrifallandi

Laksadeildin:
Nýggja virkið framleiðir mjøl og lýsi burturúr laksainnvøli. Talan er um nýggja framleiðslu, sum enn er undir innkoyring. Vit samstarva við veitaran undir innkoyringini.

Arbeiðið á laksavirkinum fevnir um:

  • Framleiðslu

  • Viðlíkahald og reinhald av útgerð og virki

  • Annað fyrifallandi

Tað er sera týdningarmikið, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. Roknast kann við skiftandi arbeiðstíðum.

Tín vangamynd
Sum persónur ert tú væl skipað/ur, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða í toymum og sjálvstøðugt. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur eitt ávíst maskintekniskt innlit, umframt grundleggjandi telduførleikar.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og støðugt starv í eini dynamiskari fyritøku í menning.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Frank Poulsen, framleiðsluleiðara, tlf. 744770, fhp@havsbrun.fo.

Umsókn
Umsóknarfreistin er hósdagin 21. novembur 2019.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at trýsta her.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.