Sjálvgreiðslan
Skriva út
Føroya Tele
Lagt út: 05.01.21
Umsóknarfreist: 27.01.21

Handafimur supportari

Vit leita eftir rætta fólkinum til eitt starvsøki, ið myndar eina samanrenning millum tøkniligt og handverkaligt arbeiði. Um tú trívist í einum tænastusinnaðum og fjølbroyttum tøkniligum starvsøki, so er hetta møguliga eitt starv fyri teg.

Nýmótans teletøkni, kunningartøkni og samskifti allar tímar á døgninum. Supportin á Føroya Tele er snúningspunkt fyri skjótari og dygdargóðari tænastu til okkara kundar, og nú kanst tú gerast partur av hesum spennandi starvsøki.

Um starvið
Sum handafimur supportari verður tú partur av dugnaliga toyminum á Supportini, umframt at tú skalt tryggja, at føroysk húsarhald og vinnukundar fáa mest møguligt burturúr sínum breiðbandshaldi.

Hetta inniber, at tú, umframt dagliga gongd í Supportini, fert út til einstaka húsarhaldið og vinnukundar runt landið fyri at eftirkanna breiðbandsloysnir og gera viðmælir til loysnir, um dekningurin ikki er nøktandi.

Ábyrgdarøkini mynda staðseting og uppsetan av WiFi, feilrætting av netútgerð herundir kaðalinnlegging, IPTV, CCTV og farnetloysnir.

Um teg
Vit vænta, at tú hevur áhuga fyri kunningartøkni og ert handverkari, elektrikkari ella hevur aðra viðkomandi, fakliga bakgrund. Tá ið tað er sagt, so er tað ein avgjørdur fyrimunur, um tú:

  • Hevur grundvitan um og áhuga í interneti og beinarum
  • Ert forvitin í nýggjari tøkni
  • Ert tænastusinnað/ur og fyrikomandi
  • Raðfestir gott samstarv og samskifti

Gev gætur! Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort og kanst vísa á eina reina revsiváttan.

Setanarviðurskifti
Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík, men arbeiðið er um allar Føroyar. Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið galdandi fyri Føroya Tele.

Freistin at søkja starvið er mikudagin 27. januar 2021, og starvið verður sett skjótast gjørligt.
Tú kanst søkja starvið her.

Eliesar Wiegand er samskipari á Supportini, og hann er altíð sinnaður at tosa og skriva, um tú vilt vita meira um starvið. Eliesar hevur tel. 243421 og t-post ew@ft.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna