Sjálvgreiðslan
Kemilux
Lagt út: 04.07.19
Umsóknarfreist: 21.07.19

Goymslulærlingur til KEMILUX

KEMILUX hevur eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss, innan goymslu og logistik, at byrja skjótast gjørligt.

Vit søkja eftir tær, sum dámar at arbeiða skipað, undir trýsti og tryggja eina skynsama goymslu.
Sum framleiðsluvirki, heildarveitari og handil er goymslan ein tíðandi partur av okkara virksemi.

Sum goymslulærlingur fært tú holla vitan innan goymslu, og týdningin av at goymslan er væl røkt.
Í lærutíðini skiftir tú millum at starvast á goymsluni, og skúlagongd. Arbeiðið fevnir um inn- og útgangandi vørur og annað fyrifallandi arbeiði. Vit kunnu bjóða eitt spennandi og gott arbeiðspláss, við dugnaligum starvsfelagum.

Vit vænta, at tú:

  • ert arbeiðssamur/som
  • ert røkin
  • ert álítandi
  • ert fyrikomandi
  • ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt
  • ert før/ur fyri at taka avgerðir
  • hevur koyrikort

Starvsviðurskifti:

 Lærutíðin er:

  • 3 ár við FHS-prógvi
  • 2 ár við HH-prógvi

Starvsstaður: Á Hjalla 14, 188 Hoyvík

Um KEMILUX:
KEMILUX er ein fyritøka í støðugari menning, og mennast vit á fleiri økjum, ár fyri ár. Útyvir at KEMILUX er framleiðsluvirki, er KEMILUX eisini veitari av reingerðarútgerð, trygdarútgerð og arbeiðsklæðum.

Umsókn og freist:

Umsóknir við CV og viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi 21. Juli 2019, og kunnu sendast til ah@kemilux.com.

Tú fært nærri upplýsingar um læruplássið, við at venda tær til Andreas F. Hansen, á telefon 214345, ella á t-post ah@kemilux.com.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.