Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 07.06.21
Umsóknarfreist: 21.06.21

Goymslufólk til Felagsgoymsluna á Landssjúkrahúsinum

Goymslufólk til Felagsgoymsluna á Landssjúkrahúsinum

Vit leita eftir einum fyrikomandi og røskum starvsfelaga sum ynskir at arbeiða í einum toymið á 9 fólk.

Vit hava úr at gera og tí tørvar okkum starvsfólk til goymsluna við starvsbyrjan 1. august 2021 ella eftir nærri avtalu. Talan er um 1 fulltíðarstarv har arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00.

Felagsgoymslan á Landssjúkrahúsinum, sum er partur av Tænaststudeplinum, umsitur nýtsluvørur til føroyska heilsuverkið. Talan er um veitingar til deildirnar á Sjúkrahúsverkinum. Harumframt eru veitingar til almennar stovnar og brúkarar / borgarar kring alt landið.

Uppgávur í stuttum

  • Vørumóttøku og útflýggjan av vøru
  • Seta vørur uppá pláss
  • Heinta og pakka vørur
  • Uppfylling á deildunum
  • Upprættan av vørum í telduskipanini

Arbeiði kemur í ávísan mun eisini at fevna um bíleggja vørur, vøruteljingar, umpakking og eftirlit við dagfestingum v.m.

Væntanir til umsøkjara

  • tú er tænastusinnað/ur og hevur góð evni at samskifta og samstarva
  • tú ert væl fyri kropsliga
  • tú hevur hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt
  • tú ert røkin, álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • tú hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði
  • tú hevur KT-førleikar á brúkarastøði (við serligum atliti til goymsluskipanir – ikki krav)

Fyrimunur er, um umsøkjarin hevur loyvi til trukk og royndir og/ella útbúgving innan goymsluyrkið.

Vit bjóða
Vit bjóða ein spennandi gerandisdag saman við dugnaligum og fittum starvsfelagum, har

tú kanst fáa ávirkan á menningina av tænastuni hjá Felagsgoymsluni. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har

tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.

Tú fært góðan stuðul og alla neyðuga upplæring.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Finn Bjarna Hentze Samuelsen, deildarleiðara á Felagsgoymsluni, á telefon 234595 ella á teldupostadressu: bjasa@ls.fo

Umsóknarfreistin er 21. juni 2021.

Landssjúkrahúsið
Á okkara heimasíðu www.ls.fo, undir leinkinum “Um okkum” kanst tú lesa um Landssjúkrahúsið, okkara visión, missión og strategimál. Vit bjóða felags innleiðslu fyri nýggjum starvsfólkum.

MRSA
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum

Søk starvið her

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna