Sjálvgreiðslan
Skriva út
MBM
Lagt út: 16.11.20
Umsóknarfreist: 04.12.20

Goymslufólk til Búrøkt

Vit í Búrøkt hava úr at gera og virksemið veksur við rúkandi ferð. Vit leita tí eftir einum goymslufólkið til okkara fóðurgoymslu.

Búrøkt er ein sera hugnaligur handil, ið hevur alt til landbúnaðin, urtagarðin, leikur, kelidjór, ross, arbeiðs- og vetrarklæðir og nógv annað. Umframt hetta, hava vit goymslu við hoyggi og fóður til neyt, ross, seyð og hund.

Vit leggja dent á góða kundatænastu og trivna ímillum starvsfólkini. Vit leggja eisini stóran dent á at veita bestu ráðgeving til okkara kundar. Vit liva og virka ímillum kundarnar, og kenna tørvin.

Tínar uppgávur verða m.a. hesar

  • Útvegan og móttøku av vøru á goymsluni
  • Tøma bingjur
  • Luttøka til ymisk tiltøk
  • Søla og ráðgeving av okkara vørum
  • Uppteljing av fóðurgoymslu saman við hinum goymslufólkunum
  • Halda økið reint og ruddiligt

Persónligir eginleikar:

  • Tú ert ágrýtin og jalig(ur)
  • Tú ert sjálvstøðug(ur) og ábyrgdarfull (ur)
  • Tú trívist væl, har tað er ferð á
  • Tú ynskir at flyta mørk og mennast
  • Tú tímir væl við kundum

Krøv:

  • At tú ert 18 ár ella eldri og hevur koyrikort
  • Koyrikort til trukk, og hevur tú royndir við hesum, er tað ein fyrimunur.

Talan er um fast fulltíðarstarv, umframt 3. hvønn leygardag við møguleika fyri avspáking.

Løn og annað verður ásett eftir avtalu.

Umsóknarfreistin er 04.Desember 2020 kl.12.00

Spurningar?
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Dávid á 29 20 48 ella skrivligan fyrispurning til  db@mbm.fo

Umsókn kann sendast til db@mbm.fo

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna