Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 17.03.21
Umsóknarfreist: 01.05.21

Frítíðaravloysarar til Vaskaríið á Landssjúkrahúsinum

Frítíðaravloysarar til Vaskaríið á Landssjúkrahúsinum
Søkt verður eftir frítíðaravloysarum til Vaskaríið á Landssjúkrahúsinum í tíðarskeiðinum juni, juli og august 2021.
Um størvini

Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvið, við góðum starvsfeløgum.

Arbeiðsuppgávurnar umfata í sortering, pakking og at rulla klæðir. Neyðug upplæring innan økið verður givin.

Arbeiðstíðin er gerandisdagar kl 8-16. Tó kann roknast við, at arbeiðsdagarnir í summarmánunum til tíðir kunnu gerðast longri. Vikuskiftisvaktir kunnu koma fyri.

Vit vænta, at umsøkjarar:

  • Eru álítandi og hava ábyrgdarkenslu
  • Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
  • Ganga høgt upp í reinføri og tola broytingar

Løn og setanartreytir sambært sáttmálan millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Herborg Joensen, leiðara, telefon 304500, lokal 1190, telefon 234598.

Umsóknarfreistin er 1. mai 2021.

Vinarliga søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri "Søk starvið".

Landssjúkrahúsið
Á okkara heimasíðu www.ls.fo, undir leinkinum “Um okkum” kanst tú lesa um Landssjúkrahúsið, okkara visión, missión og strategimál.

MRSA
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Søk starvið her 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna