- Øll Størv (114)
- Byggivirksemi (4)
- Fiskavøruídnaður (4)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (0)
- Flutningur sjóvegis (0)
- Fyrisiting og tænastur (15)
- Gistihús og matstovur (12)
- Handil og umvæling (10)
- Heilsu- og almannaverk (50)
- Kunningartøkni (2)
- Skipasmiður og smiður (1)
- Undirvísing (2)
- Vinnuligar tænastur (14)

Frítíðaravloysarar til reingerð á Landssjúkrahúsinum

Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir frítíðaravloysarum í reingerð, at byrja skjótast til ber.
Um størvini
Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum.
Arbeiðið snýr seg um at gera reint á sjúkrastovum á ymiskum deildum á Landssjúkrahúsinum.
Eisini skal tú bera mat til sjúklingarnar, vit eru partur av at borðreiða bæði morgunmat, døgurða, millummála og nátturða. Tað inniber, at tú kemur tætt uppá og hevur eitt samskifti við sjúklingar.
Arbeitt verður áleið 32 tímar um vikuna. Dagliga arbeiðstíðin er skiftandi, hon er millum kl. 08.00 – 15.00 ella frá kl. 08.00 – 14.00, og aftur kl. 17.00 – 19.00.
Eisini kemur tú møguliga at arbeiða í skiftandi vikuskiftisvaktum.
Vit vænta, at umsøkjarar hava:
- Góðan røkjuskap og ábyrgdarkenslu
- Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
- Ganga høgt upp í reinføri
- Kunnleika til føroyskt og/ella danskt í skrift og talu.
Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur arbeiðsroyndir.
Upplýsingar
Vilt tú vita meira um størvini, ber til at venda sær til Tænastudeildina á tlf. 304500, lokal 1240 ella Súsannu Nolsøe, menningarsamskipara á tlf. 304500, lokal 1245 teldupost: susanna.nolsoe@ls.fo
Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Umsóknarfreistin er 1. mai 2021.
Vinarliga søk starvið her
Viðmæli kunnu havast við til møguliga samrøðu.
Landssjúkrahúsið
Landssjúkrahúsið er deilt upp í 6 ymiskar deplar, sum ymsu deildirnar virka undir. Tænastudeildin virkar undir Tænastudeplinum. Á okkara heimasíðu www.ls.fo, undir leinkinum “Um okkum” kanst tú lesa um Landssjúkrahúsið, okkara visión, missión og strategimál.
MRSA
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.