Sjálvgreiðslan
Skriva út
FÖRKA
Lagt út: 03.10.19
Umsóknarfreist: 21.10.19

FÖRKA søkir eftir tøkningi til biogassverkið

Vilt tú verða ein týðandi partur av einari nýhugsandi, burðardyggari verkætlan?

Nú fært tú møguleikan at vera við til at gera liðugt og seta í gongd tað fyrsta biogassverkið í Føroya søgu.

Tú kemur at arbeiða í eini fyritøku, sum framleiðir biogass – til gagns fyri vinnu, landbúna, umhvørvi og orkuframleiðslu.

Tú kemur at verða ein týðandi liður í einum toymi, sum í næstum fer at seta biogassverkið í gongd og sum frameftir fer at taka sær av rakstrinum.

Starvið
Vit gleða okkum til at fáa nýggjar starvsfelagar, sum hava eldhuga at gerast partur av hesari nýhugsandi verkætlan. Fyrsta tíðin í starvinum verður brúkt upp á upplæring og ígongdsetan av verkinum. Tú kanst vænta at fáa upplæring í Danmark í nakrar vikur, har FÖRKA hevur samstarv við donsk biogassverk.

Framyvir fevnir starvið um:

  • Dagligan rakstur og eftirlit av verkinum
  • Tekniskt viðlíkahald og menning av verkinum
  • Umvæling av framleiðsluútgerð
  • At gera royndir av biomassa og logføra úrslitini
  • Luttøku í vaktarskipan, har tú hevur fjareftirlit við verkinum og tilkallivakt uttanfyri vanliga arbeiðstíð

Arbeiðsstaðurin er á biogassverkinum á Hjalla 47 í Hoyvík.

Tín vangamynd
Vit ímynda okkum at tú ert maskinmeistari ella hevur viðkomandi handverksliga útbúgving, so sum mekanikari, smiðjur, elektrikari ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir.

Vit vænta, at tú:

  • Ert nærløgd/nærlagdur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar og virksemið hjá FÖRKA
  • Setur trygd í hásæti og er punktlig/ur í mun til kravdar mannagongdir
  • Hevur hug at seta teg inn í automatiska stýring og biogassframleiðslu
  • Ert ágrýtin, handalig/ur og altíð klár/ur at taka eitt tak og er ikki bangin fyri at blíva skitin um hendurnar
  • Dámar væl fjølbroytt arbeiði, ert ábyrgdarfull/ur og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Hevur grundleggjandi telduførleikar, tí automatisk stýring, viðlíkahaldsskipan og aðrar fyrisitingarligar uppgávur fara fram á teldu
  • Stóra koyrikort (CE) er ein fyrimunur, so møguligt er at avloysa sum lastbilaførari

Vit bjóða
Sum tøkningur hjá FÖRKA fært tú eitt áhugavert og mennandi starv við fjølbroyttum uppgávum, og persónligum og fakligum avbjóðingum í einari dynamiskari fyritøku í menning, har biologisk gerðing og teknikkur gongur upp í eina hægri eind.

Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Lønar og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meir at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fróða Mortensen, rakstrarleiðara, á tel. +298 235140

Umsókn
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 21. oktobur 2019.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði

Um FÖRKA og Bakkafrost
FÖRKA er partur av Bakkafrost samtakinum. FÖRKA er í gongd við eina nýggja verkætlan, har man fer at nýta lívfrøðiligt burturkast frá landbúnaði og smolt- og alistøðum hjá Bakkafrost til at framleiða grøna orku. Hendan framleiðslan skal vera við til at framleiða hita til 400 sethús og streym til 1.900 sethús.

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com

 

 

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.