Sjálvgreiðslan
Skriva út
FK Tórshavn
Lagt út: 14.09.21
Umsóknarfreist: 29.09.21

Fólk til reingerð

FK í miðbýnum í Havn sóknast eftir røskum vaskifólki at byrja skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu.

Starvið fevnir um reingerð í handlinum, matarhølinum og skrivstovunum.

Arbeiðstíðin er 10-12 tímar um vikuna.

Arbeitt verður eftir at handilin er stongdur, og reingerðin tekur umleið 3 tímar hvønn dag. Saman við verandi vaskifólki verður avtalað, hvørjar tíðir hvør vaskar.

Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Áka Jespersen, tlf. 210648.

Hevur hetta tín áhuga, so send okkum umsókn skjótast gjørligt, og í seinasta lagi mikudagin 29. september 2021 til aj@fk.fo ella við posti til:

Føroya Keypssamtøka
Dr. Jacobsensgøta 4
Postsmoga 349
FO – 110 Tórshavn
Att: Áki Jespersen

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna