Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Jarðhiti
Lagt út: 12.09.19
Umsóknarfreist: 30.09.19

Fólk at bora hol til jarðhita

Jarðhiti leitar eftir fólki at bora hol til jarðhita.

Um tú hevur royndir innan entreprenørarbeiði, eitt nú sum borari ella førari av lastbili, brøyt og gravkúgv, er tað ein fyrimunur.

Roknast skal við upplæring.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett eftir nærri avtalu.

Er talan um rætta fólkið, ber eisini til at bíða til viðkomandi er tøkur.

Lønin er eftir avtalu.

Umsóknir
Tú kanst søkja starvið við at senda umsókn til jardhiti@jardhiti.fo í seinasta lagi mánadagin 30. september 2019, ella við at ringja til Atla Nattestad á telefon 290 360.

Pf. Jarðhiti varð stovnað í 2014.
Felagið arbeiðir fyrst og fremst við at bora hol til jarðhita, men ger eisini aðrar smærri boriuppgávur

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.