Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 30.10.19
Umsóknarfreist: 06.12.19

Ert tú MASKINMEISTARI?

Og kundi tú hugsað tær eitt avbjóðandi fast starv á landi?
So er tað kanska tær, ið vit sóknast eftir at gerast okkara næsti

RAKSTRARLEIÐARI Á BRENNISTØÐINI Á HJALLA
Rakstrarleiðarin, ið hevur tilvísing til stovnsleiðaran, stendur fyri rakstrinum av teknisku skipanunum á Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, og er somuleiðis tekniski „problemknúsarin“ á Brennistøðini.

UPPGÁVUR
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og avbjóðandi. Tú skalt millum annað:

• Fyriskipa brenningini av ruski, herundir vera dagligur leiðari hjá vaktar- og viðlíkahaldsfólki
• Ansa eftir, at myndugleikakrøv innan t.d. umhvørvi, trygd og arbeiðsumhvørvi verða fylgd
• Vera partur av leiðslubólkinum á Kommunalu Brennistøðini
• Planleggja og standa fyri eftirliti, umvælingum, viðlíkahaldi, reinhaldi og røkt av tekniskum skipanum
• Standa fyri innkeypi av eykalutum og nýtsluvørum til økið, og hava ábyrgd av verkstaði og eykalutagoymslu
• Luttaka í bakvaktskipan
• Luttaka í tekniskum verkætlanum
• Ansa eftir, at galdandi játtanir verða hildnar

FØRLEIKAKRØV
• Fulla maskinmeistaraútbúgving (3 ár), og hollar royndir sum maskinmeistari, t.d. sum maskinstjóri, 1. meistari ella samsvarandi
•El-innleggjaraprógv ella samsvarandi el-førleiki kann vera ein fyrimunur, eins og kunnleiki/royndir innan forbrenningstøkni,  ketlar, roykreinsing og SRO-annlegg eisini kann vera ein fyrimunur
• Royndir sum leiðari
• Koyrikort til vanligan persónbil
• Duga væl føroyskt og danskt í skrift og talu, umframt nakað av enskum
• Góðan KT-førleika

VIT SÓKNAST EFTIR EINUM PERSÓNI, SUM ER:
• ábygdarfullur, loyalur og fleksibul
• ágrýtin og virkisfúsur
• sjálvstøðugur, avgjørdur og støðufastur
• fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni, innan og uttanhýsis
• røkin, væl skipaður og vælgjørdur

VIT BJÓÐA TÆR:
• Eitt fast, sjálvstøðugt starv, har tú sjálv/ur myndar gerandisdagin
• Upplæring frá royndum starvsfólki
• Møguleika fyri fakligari menning við t.d. skeiðum og fakligum netverki

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið sett sambært sáttmála millum KAF og maskinmeistarafelagið í 15. lønarflokki. Starvið verður sett umleið 1. januar 2020 ella eftir nærri avtalu.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita við at seta seg í samband við John Erik Hansen, stovnsleiðara, á tlf. 590979, ella við t-posti til johnerik@torshavn.fo, ella Rúna M Johannesen, tlf. 288928, ella við t-posti til runij@torshavn.fo

UMSÓKN
Skrivlig umsókn, saman við avritum av prógvum, viðmælum o.t., skal sendast til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi tann            06. desember 2019. Viðmerk „Brennistøðin Rakstrarleiðari“ á umsóknina. Um tú ikki hevur prógv o.t. við hondina, kann hetta latast okkum seinni.

UM BRENNISTØÐINA
Kommunala Brennistøðin, ið tekur sær av burturkastviðgerðini í Tórshavnar kommunu, er í dag eitt framkomið og tekniskt avbjóðandi arbeiðspláss, ið leggur stóran dent á at verja umhvørvið og at hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi. Í 2011 fekk Brennistøðin ISO 14001 góðkenning innan umhvørvisleiðslu.

Ruskið verður brent í ovni við B&S ristum, og nýggi vatnrørsketilin kann framleiða umleið 6 MW av hitaorku, sum verður nýtt til fjarhita. Roykurin verður reinsaður í turrari roykreinsiskipan við kálki og aktivum koli, so hann lýkur ES-krøv til útlát. Harumframt eru ymsar tekniskar hjálpiskipanir, t.d. traverskrani, knúsari, hydraulikkur, trýstluft, vatnviðgerð, ventilatión, køling og neyðstreymur. Eitt framkomið ABB 800xA kontrol-annlegg stýrir øllum skipanum.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.