Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landsverk
Lagt út: 05.02.20
Umsóknarfreist: 21.02.20

Elektrikari til Virkisdeildina

Landsverk søkir eftir einum dugnaligum og álítandi elektrikara við góðum handalagi til Virkisdeildina.

Arbeiðsuppgávur:
Talan er um sjálvstøðugt arbeiði, sum fevnir um el-umvælingar og mekaniskar umvælingar av entreprenørmaskinum og bilum, luttøku í vetrarhaldi, og umvæling av el-útbúnaði okkara í Hundsarabotni, á Hústoft og á Sundi.

Førleikakrøv:
Tú ert útbúgvin elektrikari og hevur gott tekniskt innlit. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur royndir við mekaniskum arbeiði, tó er tað ikki ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur vanliga koyrikortið.

Sum persónur ert tú forvitin og hevur dirvi til at seta teg inn í nýggjar uppgávur. Harafturat vanta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur , dugnaligur og væl skipaður. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Tú verður lærdur upp og settur inn í mannagongdir, ið eru viðkomandi fyri títt arbeiðið.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú vísir arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávum.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum ímillum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Fasti arbeiðsstaðurin er á Maskinmiðstøðini í Kollafirði, men arbeiðsøkið fevnir um alt økið hjá Virkisdeildini.

Umsóknir
Umsókn og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. februar 2020.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Allan Magnussen, leiðara fyri maskinumsitingini, tlf.
290 725 ella á teldupost alma@lv.fo.

Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi.

søk starvi her

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.