Sjálvgreiðslan
Skriva út
RVtøkni
Lagt út: 27.09.19
Umsóknarfreist: 14.10.19

Elektrikari til RVtøkni

Vit søknast eftir elektrikara at byrja skjótast tilber.

Sum sveinur hjá okkum fært tú møguleikan at arbeiða við mangt og hvat innan tøkniliga økið.

Tú fert at vera við í nýggjum vinnuligum bygningum, feilfinning í vinnuliga virkseminum, byggja stýringar og mangt annað.

Vit vænta av tær:

  • At tú er sjálvbjargin og ábyrgjarfull/ur
  • At tú er álítandi og ágrýtin
  • At tú er framsøkin og forvitin
  • At tú er jalig/ur og fyrikomandi

Tú kanst vænta av okkum:

  • Dugnaligar og hjálpsamar starvsfelagar
  • At tú fært møgueikan at menna tøkniligu førleikarnar
  • Eitt trygt arbeiðisumhvørvi
  • Løn eftir avtalu

Okkara krøv:

  • At tú er úbúgvin elektrikari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
  • At tú hevur koyrikort B
  • At tú dugir at brúka teldu á vanligum ella víðkaðum støði

Umsókn:
Er hetta starvið júst fyri teg, skalt tú senda okkum eina umsókna á rv@rvt.fo , har tú viðfestur CV, umsókn og sveinabræv, umsóknarfreistin er mánadagin 14. oktober 2019.

Um tú hevur spurningar til starvið, ber til at ringja til okkara, á telefon 230230 ella 230231.

Um okkum:
Fyritøkan varð grundað í 2008, við einum máli fyri eygað at skapa og endunýggja sjálvvirkandi virksemi í landinum. Við Róa Vang á odda, sum stjóra og eigara, er fyritøkan vaksin støðugt og í dag eru ikki færri enn 15 fólk í starvi. RVtøkni gongur á odda tá ið tað snýr seg um at menna sjálvvirkandi skipanir til alivinnuna, og veitir skipanir til allar tríggjar alifyritøkurnar í landinum. Annað, sum skip, flakavirkir og kommunalar drekki- og spillvatnskipanir, eru eisini týðandi partar av virkseminum.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.