Sjálvgreiðslan
Skriva út
LM Electric
Lagt út: 15.09.20
Umsóknarfreist: 02.10.20

Elektrikari til LM Electric

Kundi tú hugsa tær nýggjar avbjóðingar?

Eru tú elektrikari ið hevur hug at royna nýggjar avbjóðingar? So hava vit eitt spennandi starv til tín, har tú hevur góðan møguleika at menna teg.

Talan um er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv. Tú kemur at arbeiða í eini fyritøku við nógvum ymiskum uppgávum. LM Electric hevur stórar uppgávur og avbjóðingar fyri framman, og tað hevur stóran týdning, at tú hevur áræði og vilja til at gera mun.

Høvuðsuppgávur:

  • Vanligar innleggingar
  • Talvuanlegg
  • Ídnaðar innleggingar
  • Ljósannlegg
  • UTP- og EDV net
  • Stýringar av ymiskum slagi

Vit vóna at tú ert:

  • Útbúgvin sum elektrikari ella líknandi
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Gott handalag
  • Góð samstarvsevnir
  • Hevur koyrikort

Hjá LM Electric arbeiða umleið 70 fólk. Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss í menning. Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið.

Løn sambært avtalu.

Tú fært nærri upplýsingar um starvið, við at venda tær til Paula Hofgaard, á telefon 291235 ella á teldupost ph@lm.fo

Umsókn saman við viðkomandi skjølum kann sendast til app@lm.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna