Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sp/f EL.FO
Lagt út: 07.10.19
Umsóknarfreist: 20.10.19

Elektrikari til El.fo

Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum elektrikara til El.fo til fjølbroyttar arbeiðsuppgávur innan elektrikaraøkið. Ynskir tú at vera partur av einum toymi, har arbeiði av høgari góðsku og trivnaði eru í hásæti, er EL.fo møguliga júst nakað fyri teg.

Útbúgving og royndir:
Vit vænta at tú:

  • Ert útbúgvin elektrikari
  • Hevur viðkomandi arbeiðsroyndir innan elektrikaraarbeiði.

Persónligir eginleikar:
Vit vænta av tær, at tú hevur fylgjandi eginleikar:

  • Ert álítandi og vísir øðrum virðing
  • Hevur lætt lyndi og ert hugagóður/góð
  • Hevur góð samstarvsevni og ert fleksibul.
  • Ert ábyrgdarfull/ur og miðvís/ur.
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

Setanarviðurskifti:
Starvið sum elektrikari verður løn sambært avtalu. Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Jógvan Elias Jakobsen, stjóra, tel. +298 739500 ella skriva teldupost til el@el.fo.

Umsókn
Skrivligar umsóknir við prógvum og viðmælum skulu vera El.fo í hendi í seinasta lagi 20. oktober 2019. Umsóknir kunnu sendast í telduposti til el@el.fo ella við posti til El.fo, Gamli Velbastaðvegur 43B, 100 Tórshavn.  Rætti umsøkjarin byrjar skjótast til ber.

Um El.fo:        
El.fo starvast við øllum innan el-arbeiði og er ein heildarveitari av elektriskum anleggum og skipanum til sterkstreym og veikstreym. Vit leggja okkum eftir at fara eins væl um okkara starvsfólk sum við okkara kundum,soleiðis at øll sum starvast hjá EL.fo, kenna seg sum ein eins týdningarmiklan part av fyritøkuni.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.