Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F ArtiCon
Lagt út: 07.10.21
Umsóknarfreist: 22.10.21

Elektrikari til ARTICON

Søkt verður eftir ágrýtnum elektrikara til Articon at byrja skjótast til ber.

Starvið
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv. Vit hava nógvar og spennandi uppgávur fyri framman, og tað hevur tí stóran týdning, at tú hevur áræði og vilt gera mun.

Arbeiðsøkið

  • Ljósanlegg
  • Talvuanlegg
  • UTP- og EDV-net
  • Ídnaðarinnleggingar
  • Vanligar innleggingar
  • Stýringar av ymiskum slagi
  • Ymiskt

Tín vangamynd
Tað er umráðandi, at tú hevur góð samstarvsevnir og arbeiðir miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Tú ert útbúgvin elektrikari og/ella installatør og hevur royndir á økinum. Stundum er nógv at gera; tá vænta vit, at tú ert til taks.

Vit bjóða
Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, og góðir møguleikar eru fyri persónligari og fakligari menning. Vit hava skipað viðurskiftir og gott arbeiðsumhvørvi. Vit hava somuleiðis eitt vælvirkandi toymi við nýmótans útgerð til at loysa uppgávurnar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir vera sambært útbúgving og royndum.

Meira at vita?
Hevur tú spurningar um starvið, eru tú vælkomin at ringja til Eyðfinn A. Olsen, byggileiðara, á telefon 216127.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívrensli skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. oktober 2021. Søk starvið her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 230 fólk.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna