Sjálvgreiðslan
Skriva út
RVtøkni
Lagt út: 27.09.19
Umsóknarfreist: 14.10.19

Elektrikaralærlingur til RVtøkni

Vit søknast eftir gentu ella dreingi at byrja í læru skjótast tilber.

Sum lærlingur hjá okkum fært tú møguleikan at læra mangt og hvat innan tøkniliga økið.

Tú fert at hjálpa okkara sveinum við nýggjum, vinnuligum bygningum, feilfinning í vinnuliga virkseminum, byggja stýringar og mangt annað.

Vit vænta av tær:
• At tú er álítandi og ábyrgjarfull/ur
• Framsøkin, forvitin og ágrýtin
• At tú er jalig/ur og fyrikomandi

Tú kanst vænta av okkum:
• At tú fær fýra spennandi og mennandi ár í læru
• Dugnaligar og hjálpsamar starvsfelagar
• Eitt trygt arbeiðisumhvørvi
• Løn eftir lærlingasáttmalanum

Fyrimunir:
• Tú hevur staðið Yrkisnám 1 á el-deildini á Tekniska skúla
• At tú hevur koyrikort B
• Dugir at brúka teldu á vanligum støði

Umsókn:
Er hetta læruplássið júst fyri teg, skalt tú senda okkum eina umsókna á rv@rvt.fo í seinasta lagi mánadagin 14. oktober 2019, har tú viðfestur umsókn og prógv frá Tekniska skúla. Um tú hevur spurningar um læruplássið, ber til at ringja til okkara á telefon 230 230 ella 230 231.

Um okkum: 
Fyritøkan varð grundað í 2008, við einum máli fyri eygað at skapa og endunýggja sjálvvirkandi virksemi í landinum. Við Róa Vang á odda, sum stjóra og eigara, er fyritøkan vaksin støðugt og í dag eru ikki færri enn 15 fólk í starvi. RVtøkni gongur á odda tá ið tað snýr seg um at menna sjálvvirkandi skipanir til alivinnuna, og veitir skipanir til allar tríggjar alifyritøkurnar í landinum.
Annað, sum skip, flakavirkir og kommunalar drekki- og spillvatnskipanir, eru eisini týðandi partar av virkseminum.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.