Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landsverk
Lagt út: 07.02.20
Umsóknarfreist: 24.02.20

Blandimeistari til asfaltframleiðsluna

Landsverk sóknast eftir blandimeistara til asfaltframleiðsluna at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at framleiða asfalt við PLC-stýrdari útgerð, viðlíkahald av asfaltverkinum og koyra lessara í sambandi við framleiðsluna.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving, til dømis sum maskinist, maskinsmiður ella elektrikari. Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó er tað ein treyt, at tú hevur vanligt koyrikort.

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú sum persónur ert arbeiðssamur, fakliga dugnaligur og væl skipaður. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, men skalt eisini kunna arbeiða í einum toymi, sum ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er tað umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur.

Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Roknast má við nakað av forskotnari arbeiðstíð og úrtíðararbeiði.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. februar 2020. Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Árant Løkjá, formann, á tlf. 290 757 ella arlo@lv.fo.

Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi.
Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.