- Øll Størv (108)
- Byggivirksemi (0)
- Fiskavøruídnaður (3)
- Fiskiskapur (0)
- Flutningur (0)
- Flutningur sjóvegis (2)
- Fyrisiting og tænastur (18)
- Gistihús og matstovur (8)
- Handil og umvæling (9)
- Heilsu- og almannaverk (44)
- Kunningartøkni (4)
- Skipasmiður og smiður (5)
- Undirvísing (2)
- Vinnuligar tænastur (13)

Bilførari til rottangatøming
Kommunala Brennistøðin søkir bilførara til rottangatømingina.
Arbeiðsuppgávur:
- Koyra rottangabil og slammsúgvara
- Tøma rottangar, reinsiverk, brunnar o.t., og viðgerð av rottangaevju
- Opa/spula rør og kloakkir v.m.
- Røkt og reinhald av rottangabili/slamsúgvara, kálkblandara og aðrari útgerð, ið hoyrir til arbeiðsøkið
- Luttaka í vaktarskipan
- Avloysa í bingjubili eftir tørvi
Vit vænta av tær, at tú hevur:
- Stóra koyrikortið, eins og ynskiligt er við viðkomandi royndum
- Hug og hegni at seta teg inn í tøkni, sum verður nýtt í skipani
- KT-kunnleika á brúkarastøði
- Góð samstarvsevni, men tú skal eisini kunna arbeiða sjálvstøðugt
- Góðan likamsførleika, tí talan er um tungt arbeiðið
Vit ætla at seta starvið skjótast gjørligt.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært serligari lønaravtalu fyri evjusúgving í Tórshavnar kommunu, millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Havnar Arbeiðarafelag. Starvið er mánaðarlønt og fasta arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, umframt vaktir.
Meira fæst at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Regin Haraldsen, arbeiðsleiðara á tel. 221028 ella sum teldupost regin@torshavn.fo, ella til John Erik Hansen, leiðara á tel. 590979 ella sum teldupost johnerik@torshavn.fo
Umsókn
Umsókn við avriti av koyrikorti, upplýsingum um royndir og møguligum viðmælum, skal sendast til Tórshavnar kommunu, torshavn@torshavn.fo
Umsóknarfreistin er 25. januar 2021. Umsóknin skal merkjast: »Bilførari til rottangatøming«.